Campingtúr í Vestmanna 08-10 mars 2013

Fyrsti campingtúrurin í ár :o)
   

Tá vit fyltu vatn í tangan og lótu kranarnar renna eina løtu, bleiv gólvi vátt og vit sóu at vatni kom úr hesum báðum kranunum, vit spentu og spentu men einki hjálpti. Slangurnar vóru
barasta blivnar so harðar at tað bleiv ikki tætt. So vit hitaðu slangurnar við hárfønaranum og so hjálpti og tað bleiv tætt :o)     gott at hava hárfønara við. Má fara at keypa ein metur
av ½ tumma slangu at hava í vogninum
   

Her eru einar 2 gradir í Vestmanna og væl av vindi so tað er  ikki útiveður
   

Xfaktor mátti onkur síggja so sjónvarpi er komi upp, hevur annars ligi uppi á ovastaloft
í fleiri ár                                                                                                                             So er Xfaktor og trífóturin tók eina mynd av okkum :o)
   

   

Leygarmorgunin kom Lars til Vestmanna, skuldi orna okkurt í campingvogninum                 Vognurin hjá Sonna og Jenny
   

Jenny og Sonni klár at fáa sær døgurða, vælgagnist fittu fólk :o)                                           Lars sær so nakin út við ongum fotutóli um hálsin :o)
   

Fínasta veður í Vestmanna, men mega mega kalt                                                                 Her er hyggiligt at sita
   

Ja man má verða væl útgjørdur við fototólum um man skal kappast við Lars :o)
   

Vit vóru ein lítlan túr undir Vestmanna Bjørgunum við gummibátinum :o)
   

Tey gera nógv fyri at fáa ferðafólk til Vestmanna
   

   

Vit hugdu eitt eygablikk við stórum eygum, eftir hesum eygum :o)
   

Fiskivinnuskúlin                                                                                                                  Ellisheimi
   

   

So skal vaskast upp og Gudmundur hevur bjóða seg framm :o)
       

Vit telva og Gudmundur sær sera sikkur út :o)
       

Vit hava sett okkum nýggjan gassalarm í vognin, tað má man hava tá tað er so kalt og eingin tjansur at sova uttan varma
   

Sunnudagur og sera sera gott veður, bláur himmal og sólin skínur oman og niðan :o)

Laila tók sær stokkarnar út við :o)
   

Nakað av vindi hevur verði í vetur, beinini eru næstan farin av trøðunum
   

EL-málarin nr 5 stendur á 44,5 tá vit komu og 58,3 tá vit fóru. So vit hava brúkt 13,8 Kwt ella 42 kr fyri eitt heilt vikuskifti, ikki so gali
Vit høvdu gólvvarmar frá alla tíðina
   

Ísur niðast á gassfløskuni, tað hava vit ikki sæð fyrr :o)