Sørvágs Country and Blues Festivalurin juni 2016
Vit koyrdu vognin vestur mikukvøldi, tá vóru kanska 100 vognar á staðnum, so
best at fara í góðari tíð. Hóskvøldi fóru vit vestur aftur
at seta telti upp. Masa og Andrass eru eisini komin vestur. Fríggjakvøldi fóru
vit so at campa :)
Eydna og Bartal vóru eisini á festival, saman við Robert og konuni :)
Brestir tekur myndir :)
Pylsuvognar sá man ikki so nógv í cowboyfilmum fyrr
Har vit stóðu var sera óslætt og vit kundu næstan ikki sita í teltinum
Hendan konan er tann, sum byrjaði Country og Blues Festivalin
Hesin gribburin sær gott út, tað er bara ein mála/teknað útskorin tunn pláta
Sera hugnaligt at spáka her
Mega nógvir lastbilar á Truckerfestival, teir standa allir á kajuni í Sørvági
Ein fínur túrur í Sørvági so sera sera gott veður :)