Vikuskiftið í Svínoy, saman við Jóhan Martin og Elisabeth

Fríggjadag 8/6-18 fara vit til Svínoyar og skulu heim aftur sunnudagin, fantastiskt veður

Hvannasund :)

Úti í Buð, har handil og posthús var, tá vit búðu í Hvannasundi
   

Nú nærkast                                                                                                                         Nú sæst kajin ella lendingin í Svínoy, her er gott at koma at
   

So fer Ritan til Fugloy
   

Húsini vit leigaðu eru mitt í myndini, við reyðum taki, sýggja ikki stór út                                Ein mega gomul tryllubøra
   

   

Kirkjan í Svínoy, Kirkjan í Svínoy varð bygd í 1878-79 og er lagað úr kílaðum gróti. Aðrar fornar kirkjur hava staðið á høvdini oman fyri bygdina, men tær undanfarnu hava staðið aðrastaðni. Bjarnasteinur, ið sigst verða gravsteinur Svínoyar Bjarna, stendur í forkirkjuni. Ein krossur er høgdur inn í steinin, sum varð funnin undir kirkjugólvinum í 1828.

   

Leyardagin fóru vit eina gangitúr, tók 2 tímar og 20 min :)                                                    Vit síggja yvir á Kirkju á Fugloynni
   

Sera stórir steinar í bøðnum
   

Vit hava kaffi og matpakkað við, sera hugnaligt og mega gott veður, tó eingin sól

Her er vakurt, Fugloy aftanfyri

Nógvir steinar allastaðnis og nógvir leðaðir garðar og hús                                                    Ein skrápur pikkar á seyðin, ærin hevur eitt smálamb,  har er nokk eitt reiður
       

So eru vit á veg til bygdina aftur                                                                                          Her eru nógv upplaðaði hús, vøkur eru tey
   

   

   

Hesar báðar komu rennandi, vildu sleppa uppá mynd :o)                                                     Ímeðan konurnar fóru at baka pannukøkur, spákaðu vit báðir út í báthylin ein túr :)
   

Hmmm lækkkkkirt                                                                            Sótu uttanfyri eina løtu, men rýmdu undan myggjabitum
   

Aftaná náttaran fóru vit so aftur at ganga ( strævið )   :)
   

   

Ein minnivarði
   

Slett ikki so galin hús at leiga, 4 kømur :)                                                                             Sunnudagur og vit bíða eftir Rituni, á veg heim aftur
   

   

Fugloyggin fyri framman                                                                                                      Viðareiði
   

Kirkja á Fugloynni
   

   

Vit løgdu at í Hattarvík, Ritan mega tætt við bergi :)

Hattarvík

Svínoyggin
   

Lendingin á Kirkju
   

Kirkja á Fugloynni

Sera høgt, gott man ikki skal ganga fjall her :)
   

Ein fantastiska góður túrur, lýtt og eingin vindur :)