Guttormur í Múla

Guttormur í Múla var yngsti sonur Rasmusar í Haraldssundi, ið var sonur Magnus Heinasonar. Fimm vóru teir synir Rasmusar: Magnus, hin elsti, so Heini, Jákup, Hanus og Guttormur, ið borin var í heim, tá ið pápin var hundrað og trý ára gamal (sjey ár var hann, tá ið pápin doyði). Haraldssundsgarður var sundurfestur ímillum Magnus, sum fekk tveir triðingar, og Heina, sum fekk ein triðing. Magnus búði í Stórustovu (nú kallað Har Uttari). Í brúdleypinum hjá Magnusi gekk hin lítli Guttormur og spældi sær á gólvinum. Pápin, sum tá var avgamal, fór til hansara, legði hondina á høvdið á honum og segði: “Líkari var tað, at tú hevði sitið í hásætinum í staðin fyri hatta trogið, ið har situr.” Tað var Magnus, hann skeyt til. Hin elsti vildi ikki taka við nøkrum sindri av kunstrinum, sum pápin dugdi; men Rasmus dugdi á at skyna, at Guttormur fór at taka við. Síðan legði Rasmus til: “Ikki skulu gerðaharrarnir sleppa norðurum at ræna, meðan eg eri oman á jørðini; ikki man tað vera so, tá ið handa spjørrin í hásætinum situr, fer at ráða.”

Guttormur kom til garðin í Múla norðuri á Borðoynni. Lágur maður var hann á vøkstri, men góður stirðil var í honum kortini. Hann sigst at hava verið hin ramasti gandakallur í Føroyum, men ikki nýtti hann kunstur sín til at gera nøkrum manni mein - nóg heldur til at hjálpa. Valamaður var hann, frálíkur í ávikum og álitismaður í øllum lutum.

Frásøgn er um, hvussu hann fekk sín stóra vísdóm. Prestur í Ónagerði lá í andaleypi og beyð, at allar bøkur hansara skuldu koyrast á sjógvin við tað sama. Arbeiðskonan fór oman á kneysin við bókunum og blakaði tær á sjógvin. Tá lá Guttormur fyri helluni og fiskaði. Hann fekk bøkurnar upp úr sjónum, førdi tær heim og hevði tær síðan at lesa í.

Guttormur tók ofta hulduseyð og hulduneyt, sum gingu í Múlahaganum, og samdist tí ikki við huldufólkið. Einaferð hevði hann tikið eitt grátt lamb í Krossdali (ímillum Múla og Fossáar innast í Múlahaganum). Hann settist at fletta og tumma lambið alt fyri eitt. Sum hann sat og opaði - huldulamb var - hoyrdi hann fólk fyri durunum. Hann kvikaði sær at fáa loyst barkan. Svartur hundur kom inn; Guttormur tók og kastaði honum mørin, og hundurin avstað við hesum. Tá hoyrdist rin og hvin til hundin uttanfyri; huldumenn høvdu sent hann inn at bíta Guttorm, og nú bukaðu teir hann. - Eina aðra ferð tók Guttormur huldukvígu í haga sínum og risti kross yvir hana. Hann visti, at huldumaður vildi koma um náttina til at hevna fyri kvíguna og segði tí við húsfólkið, at eingin mátti ganga um dyrnar eftir tað, at hann var lagstur. So setti hann vagl í dyrnar ímillum úthurðina og innhurðina og hønu upp á vaglið. Um náttina kom huldumaður at hevna, slapp at hønuni og drap hana, men ikki longur - tí tá hevði hann dripið lív og fekk einki meira gjørt.

Ein dagin, sum Guttormur var lagstur uppi í Múlafjøllum, komu huldumenn tysjandi til hansara, togaðu í hann og vildu føra hann burtur við sær, men fingu hann ikki av fetinum. Teir lótu hann úr - klæðini sótu rangvørg uppi á honum - men tá ið teir skuldu lata hann í aftur, vendist alt og var rangvørgt við tað sama. So góvust teir. Gomul søgn er, at situr eitt og annað plaggið av búnaðinum rangvørgt uppi á einum, so bítur gandur ikki á. Tí hevur tað verið siður, at hvør, ið úti var staddur, hevði hosu, vøtt og tílíkt rangvørgt. Ofta venda tey enn, tá ið tey seyma, seymin rangvørgan á einum klædnastykki ella okkurt petti rangvørgt.

Guttormur hevði konu úr Mykinesi. Hon æt Billa. Ikki hevði hann verið vestan fyri Leirvíkarfjørð, fyrr enn hann fór at fríggja. Vágamenn førdu hann um Mykinesfjørð. Tá ið teir vóru komnir mitt á fjørðin, bóru teir eyga við eitt stórt rekatræ og vildu fegin fáa tað til sín; men fegin vildi hann sleppa ferðina fram til Mykines alt fyri eitt, og so varð. Hann bað teir miða væl á, hvar træið lá; tað kundi vera, at teir funnu aftur á tað, tá ið teir fóru úr Mykinesi aftur í Vágar. Ikki hildu teir líkindi vera til tess, tí Mykinesfjørður var óføra streymharður. Men tá ið teir vóru á leiðini heim, lá træið í sama stað og andøvdi. So mikið gjørdi Guttormur.

Jónas prestur í Ónagerði var giftur við prestadóttur av Nesi. Hon doyði, og prestur giftist uppaftur. Systir ta fyrru konuna kom norður, tá ið líkið var grivið, vildi síggja tað og fekk prestin til at grava tað uppaftur. Men tað hevði betur verið ógjørt. Tey, sum stóðu hjá, sóu nakað sum dism ella royk koma upp úr kistuni, og síðan gekk hin deyða prestakonan altíð uppi og spøkti. Eingin sá hana í fyrstuni uttan presturin; hon gekk og ampaðist fyri honum. Síðan birtist hon fyri hinum húsfólkinum, kom í roykstovuna og gjørdi sær dælt við tey. Ein skora var í sneisini, sum hon hevði til máts á nátturðaløginum; har uppum mátti pottaløgurin ikki koma. Hon skifti teimum nátturð; tey søgdu, at tey skoyttu ikki um at fáa nátturð frá henni, tí hon var deyð. So gav hon teimum frammaná. Hon at gera sær dælari, settist undir liðina á presti og breyt alt sundur hjá honum. Hann fekk ongantíð frið, misti svøvnin og sendi boð eftir Múlaguttormi, at hann skuldi koma honum til hjálpar. Guttormur kom, rak spøkilsið út og beyð, at eingin skuldi opna dyrnar til at hyggja útum ella leita eftir honum, meðan hann var burtur. Ódnarveður var um kvøldið, avfall og stormur. Árla á morgni, í óttuni, kom Guttormur aftur illa tiltíggjaður og rennvátur, sum hann var drigin frá grunni, og frá tí degi sást spøkilsið ikki oftari. Tá lovaði prestur Guttormi í løn ta bestu kúgv og tann besta geldseyð, ið hann átti.

Tiltikin sjómaður var Guttormur. Hin minniliga ódnardagin, tá ið hálvt hundrað bátar gingu burtur í Føroyum, var hann ein av teimum fáu, ið róðu landið upp. Norðuri á havi var hann staddur og synir hansara við honum. Ellivta dag á sumri sigst hetta at hava verið. Einans bátur náddi inn í Kalsoyarflógvan undan Guttormi. Brandstormur var, beint ímóti, og sum teir strembaðu suður eftir Djúpum, Guttormur og synir hansara, brast eitt herviligt heglingsæl á. Glaðurnar vóru sum eimur rundan um hann og sjógvurin blóðreyður at síggja. Upp um Konuna (stakkin norðan fyri Kunoynna) stóð brimið. Neistar fóru niður eftir bakinum á Guttormi, sum tað dreiv upp úr sjónum. “Jesus náði! Nú er eldur í pápa!” rópaði ein av sonunum; hann helt tað loga í herðunum á honum. Hin gamli helt, at tað brekaði ikki. Tá ið teir komu inn um Stongina (uttasta landsendan norðan fyri Oyndarfjørð), segði Guttormur: “Nú lívir gamalt grót.” Gunnarsbarmur er nakað sunnan fyri Funningsmúlan; har er ógvuliga streymhart og íðukent og stórir driftingar upp og niður. Guttormur nevndi tí barmin Driftingsbarm.  Í Oyndarfirði settu teir upp - tá var báturin skræddur í stevninum.

Tá nýttu føroyingar smáar norskar bátar, ið kallaðust tristar (tríbekkir), til útróðrar. Men eftir hesa ólukku, tá ið teir hálvthundrað bátarnir gingu burtur, var lóg gjørd, sum setti forboð fyri at fara til havs í so smáum bátum.

Gandakellingin Barbara við Kvíggjá í Sumba hevði frætt, hvussu væl Guttormur “kundi”, og fór norður einaferð til at royna seg ímóti honum. Tá ið hon kom, var Guttormur útrógvin við sonum sínum. Hon settist at bryggja og blanda, floytti fliðuskeljar oman eftir ánni (Matará í Múla) og segði, at, so nógvar skeljar sum sukku, so nógvir bátar skuldu ganga burtur. Slíkt illveður gjørdi hon og østi so sjógvin upp, at tað var ikki meira enn, at Guttormur og synir hansara slitu til lands. Sum teir róðu suðureftir - glaðustrok var - rópaði ein sonurin: “Eldur er í sjónum! Hvat er hetta?” “Eg veit, hvat tað er,” svaraði Guttormur; “rógvið bara! Tað er ikki týdligt heima.” Tá ið hann kom beint áraka Múlahúsini, sá hann Barbaru sita undir húsunum niðri á Fløtti við útslignum hári. Teir sluppu ikki á lendingina í Múla, men settu upp í Krossdali, tveir fjórðingar sunnanfyri, og gingu so heim til hús. Teir hittu Barbaru inni; eingin fýsti nakað - har lá øskukalt, tá ið teir komu. Guttormur læt ein vaðstein upp í annan vøtt sín og sló hana tvørtur um nasarnar, so hon bløddi. Tá minkaði megi hennara. So skar hann hárið av henni. Tá misti hon alla kraftina. So setti hann hana inn í eina baðstovu og kyndi upp eitt bryggjubál. Har sat hon føst inni, til hon var næstan stokt; hon slapp ikki av fetinum, fyrr enn Guttormur vildi. So rak hann hana út, bað hana fara upp á takið og leggja sær skíggjan aftur yvir ljóaran, tí tað var so kalt inni. So setti hann hana fasta uppi á mønuni og gandaði ódn á hana av landnyrðingi norðan við kavaroki. Tá helt hann við hana, at nú skuldi hon fáa at síggja, at tað var bæði heitt og kalt í Múla. Mestur deyð í kulda fór Barbara avstað til gongu inn í Sund (Hvannasund) morgunin eftir. Tá ið hon kom at Fossá, slapp hon íkki um ánna, men gekk niðanvið at Fossdali. Uppi í Djúpu Kvíggj (lítil dalur uppi undir fjallinum) slapp hon tvørturum. Har sum Barbara sat uppi á mønuni í Múla, kann ikki flag heftast. Tað skal koma av tí, at Barbara lovaði tað í hevnd, at har skuldi altíð leika tað sama óveðrið, sum tá ið hon sat har. So mikil kraft var enn eftir í henni.

Ein sunnudag, sum Guttormur sat og las lestur, kom ein stari inn við einari fjøður í nevinum og setti seg framman fyri honum. Hann hugdi at staranum: “Ol-mussudýrið, tú ert komin langan veg; tú ert so ekkamóður” - tók so aftur at lesa og las lesturin út. So reistist hann úr sessi, vendi fjøðrini við í nevinum á staranum og segði við hann, at hann skuldi fara aftur hagar, sum hann var frákomin. Tá ið starin kom aftur til Sumbiar og inn hjá Barbaru við Kvíggjá - tí hon var tað, sum hevði sent hann - loftaðist Barbara beint upp av grúgvusteininum, har sum hon sat, og gjørdi trý hopp heilt upp í ljóarabogan. So mikið sterkari var Guttormur í gandinum.

Einaferð vóru viðoyingar í Drangi (norðan fyri Viðoynna) at fleyga. Hann brast á høgur við ódnarveðri og ógvuligum brimi, so eingin slapp til teirra. Fólkið kvíðaði fyri, at teir liðu neyð fyri mat og drekka, og menn fóru til Rádna prest, harra Klæmint, at fáa sær troyst. Prestur sendi boð til Guttorms um at koma til hjálpar. Tað mundi ikki vera til nakað gott, helt Guttormur, at hann sjálvur sendi boð eftir sær, men fór kortini. Harra Klæmint og Guttormur vóru óvinir, tí prestinum dámdi ikki kunstur Guttorms; eisini mundi prestur vera avindsjúkur inn á hann, tí, tó at hann sjálvur hevði gingið í niður-gangsskúla, var hann ikki mentur ímóti múlabóndanum. Prestur bønaði nú Guttorm um at royna at fáa viðoyðingar aftur úr Drangi. Guttormur helt seg ikki til í fyrstuni; hann var so gamal og brimið so óført, segði hann. Men av tí, at fólk bønaðu hann, og treytagóður var hann, gjørdi hann seg til og fekk bát av Viðareiði, tó at bátmonnunum tóktist óført at fara. Teir róðu út um flógvan; sjógvurin slætnaði framman fyri bátinum, so hvørt sum teir róðu fram. Stumpurin eitur eitt petti av dranginum; tað er ein snipsur klettur, níggju favnar frá sjónum og niðasti lesningur. Har uppum sló brimið. Á Miðskjøti, eitt sindur omanfyri, vóru fleygingarmenninir staddir. Guttormur varð spurdur, um hann helt, tað mundi fara at lukkast at fáa menninar í bátin. Lógu teir á Miðskjøti, kundi tað vera, svaraði hann; men vóru teir inni undir Skarði, fór tað ikki at lukkast, tí tá vóru løgini ov stutt (undir Skarði er nógv hægri uppi enn á Miðskjøti). Væl gekk í hond; teir fingu menninar í bátin og róðu heim. Sjógvurin slætnaði fyri bátinum, har sum teir komu fram. Prestur stóð á sjóvarklettinum, tá ið teir løgdu at landi, og takkaði Guttormi; síðan vóru teir báðir vinir. Væl var Guttormur tígnaður av fólki, og nógv var boðið honum í løn; men einki vildi hann hava. Tó skuldu múlamenn hava lov til at fleyga undir Viðoynni (í Seyðtorvu) ein dag á hvørjum ári, fyrsta dagin ið flog var. Annað árið, ið Guttormur kom, høvdu skálkar verið fyri og drigið línuna upp. Teir sóu ikki lunda tann dagin. Tá lovaði múlabóndin, at tað skuldi vera bæði fyrsti og síðsti dagur á tí ári, at viðoyingar fingu fugl.

Ein arbeiðskona í Ónagerði (prestagarðinum á Viðareiði) hevði dripið eitt leysingabarn og grivið tað niður. Tað gekk aftur sum niðagrísur og fór til Klæmint prest at krevja sín rætt av honum. Kristna jørð vildi tað hava. Ongantíð fekk hann frið fyri tí; um næturnar lá tað og seyg føturnar á honum. Prestur var heilt neyðarsligur, kom upp í tussarak og var illa mentur at ganga. Hann sendi boð eftir Guttormi og kærdi sína neyð fyri honum; hann fór skjótt at doyggja, helt hann. Guttormur bað prestin lata seg fáa kjóla og pípukraga at fara í og geva sær kirkjulyklarnar. Men ikki eitt eyga mátti síggja, skipaði hann fyri; hvør lúka skuldi í topp og eingin hurð gloppast. So mikið var tó kagað, at ein arbeiðskona í Ónagerði fekk at síggja alt eiðið standa sum í einum loga, meðan hann fekst við at beina niðagrísin burtur. Tá ið Guttormur kom aftur, var prestakjólin brendur uppi á honum. Eina kúgv gav harra Klæmint honum í løn afturfyri hjálpina, og síðan hevði hann frið.

Víða hvar í Føroyum var Guttormur navngitin, og tá ið okkurt var, sum tað ikki átti at vera, var boð sent eftir múlabóndanum. Á Skælingi í Streymoynni doyðu neytini sum flugur hjá bóndanum. Boð var sent eftir Guttormi. Hann kom, breyt básin upp og fann ein saksapart niðrií. Nú fann hann tað, hann vildi finna, helt hann; nú mundi fara at vera betri. Eftir tað doyði ikki hjá bóndanum. - Á veginum heim aftur kom Guttormur til ytra Skála. Skálabóndin spurdi hann um ein stein, ið stóð í hoygarðinum og var honum til bága: um hann skuldi ikki spreingja steinin. Guttormur helt, at best var, um hann læt vera. Gjøgnum trý festi stóð steinurin í friði, og einki var við hann gjørt, fyrr enn fjórði bóndin kom. Hann boraði hol í hann og royndi at spreingja hann; men bert ein flís fór av. Bóndin legðist sjúkur bæði á sál og likam og kom aldri afturfyri seg. Blágrýtisgrót er í steininum.

Tá í tíðini samlaðust menn víðan úr oyggjunum, bæði sunnanmenn og norðanmenn, til handils í Havn. Fugloyingar og sumbingar sluppu fram um allar, tí teir høvdu longstan vegin. Menn komust tá at vera væl kunnugir hvør við annan og høvdu mangt til gamans, meðan teir lógu í Havn og bíðaðu eftir førninginum, ið teir skuldu hava heimaftur við sær frá handlinum. Eitt árið, sum teir vóru samansamlaðir, lovaði Guttormur í Múla at gera eina treyt og vildi hava hinar til at leggja nakað undir (lova sær afturfyri): hann skuldi fáa ein hana til at bera ein tólvalnastokk. Hinir hildu hetta vera ómøguligt og løgdu undir, men bilsnir vóru teir, tá ið teir sóu hanan koma við tólvalnastokki hangandi á heglunum. Ein framsíggin maður, ið inn kemur, spyr, hví teir læa so. Teir spyrja, um hann sær ikki hanan, ið fer við stokkinum berandi. Maðurin sigur: “Eru tit blindir? Síggja tit ikki, at tað er eitt hálmastrá, ið hongur ímillum beinini á honum?” og spillir so alla veitslu. “Skomm fái tú komandi!” segði Guttormur við hann.

Øksi hevði Guttormur altíð innan undir sjóstúkuni, tá ið hann ferðaðist úti. Øksin hekk í bandi, sum gekk um vinstru øksl tvørtur undir høgru hond niður á mjødnina høgrumegin, og skeið var um øksareggina. Bandið var so veikt, at hann kundi slíta tað í fyrsta viðbragdi, um honum tørvaði á at taka til øksina knappliga. Einaferð var Guttormur staddur úti á havi. Við útendarnar vóru menn altíð útgjørdir uppá at fara til loynikeypskip, tá ið teir vóru á útiróðri; tí tað var nóg høgligari og betri enn at fara til handils í Havn. Guttormur biður rógva til eitt skip, sum er í nánd; hann heldur tað vera loynikeypskip, fer um borð og sær nú fyrsta, at tað eru ránsmenn. Teir vilja sláa ring um hann, men Guttormur slítur øksarbandið, reiggjar øksina og avhøvdar ein. So loypur hann í bátin, og allir til árar. Hinir eru kvikir at loysa bát og koyra avstað eftir teimum; men best sum teir eru setstir at rógva, kemur mjørki niður yvir teir, og bátarnir skiljast sundur. Tilskilað er, at Guttormur skuldi gera mjørkan.

Ein dagin kom Guttormur og veittraði at hvannasundsmonnum at flyta seg tvørtur um sundið. Sundamenn skundaðu sær ikki, men fóru fyrst niðan um húsini til at drepa ein tarv. Høvdið var næstan av; tá leyp tarvurin aftur á føtur og helt omaneftir; tog var fast á honum, og allir sundamenn hingu uppií. Tá ið tarvurin var komin oman í sjóvarmálan, kom ein maður, ið dugdi meiri enn at mata seg (fugloyingur skuldi tað vera), til gongu norðan av Viðareiði og steðgaði tarvinum. Annars høvdu menninir farið á sjógvin. Í hesum segðist Guttormur at vera atvoldin. - So var tað ein onnur ferð, at tarvurin datt oman hjá Guttormi. Hann vildi læna tarv frá sunda-monnum, men teir søgdu nei. Tá hevndi Guttormur seg í tí, at hann tók artina frá sundatarvinum, so teir fingu einki gagn av honum. Hetta var tað einasta illa, sum Guttormur vildi ganga við, at hann hevði gjørt.

Guttormur átti son, sum æt Jóanis. Hesin sami Jóanis var óføra sterkur; hann kollaði hvørja ár, tá ið hann var á útiróðri. Einaferð kom smiður til Múla. Guttormur bað hann gera hasum fátækadýrinum, soni sínum, eina sterka ár; tí einki helt, sum hann fekk upp í hendurnar. Smiðurin helt seg til; Guttormur fekk honum eitt rekatræ og bað hann gera eina ár burturúr (reyðiviður var tað: sterkasti viður, ið rekandi kom; hann rotnaði ongantíð). Árin kom at vera nóg tjúkkari enn vanligt var, og Jóanis segði, tá ið hann sá hana, at, var hon gjørd uppá spott, skuldi hon eisini vera til spott. Hann fór til útróðrar, fekk strangan andróður og royndi árina. Ikki fekk hann brotið hana, men klovnað var hon heilt uppígjøgnum, tá ið teir komu aftur at landi.

Guttormur helt við konuna, at fyri tær sakir, sum huldufólkið hevði við honum, men ikki kundi fáa framdar, mundi óskepnan fara at koma aftur á tann lítla, á gólvinum gekk. Tað var yngsti sonurin, sum æt Guttormur eftir pápanum. Hin gamli bað hana ikki lata hin lítla fara út um morgnarnar fastandi ella knívleysan. Einki leit hin gamli hinum yngsta til. Ein morgunin var ungi Guttormur farin út fyri dyr fastandi og knívleysur; tá var hann tilvaksin, giftur og átti børn. Frá teirri stund var hann horvin. Mong ár eftirsíðani skuldi ein framsíggin prestur síggja unga Guttorm gangandi einsamallan í múlanum. “Dér går et af vore får!” hevði hann fyri munni á sær. Presturin var á báti, og viðoyingar førdu hann. Ein á bátinum spurdi, um ungi Guttormur ikki kundi fáast aftur frá huldufólkinum, men prestur svaraði, at hann var betur ófingin, tí hann var spiltur.

Av teimum, ið eftir gamla Guttorms tíð hava verið bornir til garðin í Múla, hevur annarhvør itið Guttormur og annarhvør Jóanis. Sagt er, at altíð skuldi onkur vera av gamla Guttorms slagi, sum hevði nakað fram um onnur fólk, og so hevur verið.

Sonarsonur gamla Guttorms, ið æt Guttormur eftir honum og var bóndi í Múla, bregðaði nógv til abba sín. Um hann er frásøgn. - Tað var ein sunnudag, at prestur í Ónagerði vildi ikki halda messu, tí hvannasundsmenn og múlamenn kundu ikki koma til Viðareiðis fyri óveðri. Næsta leygardag var gott veður, og hvannasundsmenn og múlamenn fóru til messu, men tá var prestur ferðarbúgvin (ætlaði sær at ferðast um gjaldið), og menninir vóru tí at fara burtur aftur. Guttormur múlabóndi og Ólavur í Hvannasundi gingu tá inn í Hvannasund. Báðir søgdust at duga meira enn at mata seg. Áðrenn teir skiltust, hoyrdu fólk Guttorm siga: “Sketta tú fyri eystan! Eg skal sketta hesumegin.” Øll vikan gekk, og fagurt veður var, men ikki slapst burtur hjá presti fyri brimi. So kom leygardagur, og prestur hugsaði um ferðina. Bátur var hvørjumegin á eiðinum. Fólkið gekk og válaði og hugdi eftir, stundum fyri eystan og stundum fyri vestan. Ofta sýndist kyrt, men best sum prestur kom og vildi fara, so var brim, og einki batti. Við tí skili varð prestur at vera heima og halda messu. So fingu Guttormur og Ólavur teirra vilja fram, og síðan slapp prestur avstað, tá ið hann vildi.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 

GUTTORMUR Í MÚLA - Vísmaður og vælgerðarmaður

  Fyrilestur hildin í Býráshøllini í Klaksvík 1. mars 1992
  Stóð í Dimmalætting stutt aftaná
[Múli]Guttormur í Múla varð føddur í Haraldsundi uml. 1657, yngsti sonur Rasmus Magnusson. Tíverri eru ongar skrivligar keldur, hvørki kirkjubøkur ella skiftibøkur, íð røkka so langt aftur. Tó vil tað so væl til, at ein bók um Føroyar kom út í 1673. Tað var presturin Lukas Debes, sum fortaldi um alt møguligt, bæði trúligt og ótrúligt. Hann kom ungur til Føroyar 1651 sum hjálparprestur, og tá hann doyði í 1675, hevði hann í nøkur ár verið Føroya próstur. Í bókini sigur hann einastaðni, at luftin her í landinum er so góð fyri heilsuna, aftrat tí matinum, íbúgvararnir altíð eta, at fólk verða ógvuliga gomul. So tekur hann til dømis ein mann í Haraldsundi, íð stutt síðani var deyður 110 ára gamal, men raskur og spelkin til tað seinasta. Lukas Debes sigur seg hava kent Rasmus. Hann var sonur Magnus Heinason, og mamman var einkja úr Skúvoy. Hon hevði verið gift við bónda haðani, íð æt Rasmus, og kallaði sonin upp eftir honum. Tó at nógv, íð Lukas Debes skrivar, ikki samsvarar við tað, sum eftirtíðin hevur funnið í øðrum skrivligum keldum, so fáa vit nógv forvitnisligt at vita frá honum. Um Rasmus sigur hann, at hann á ungum árum giftist. Tey livdu mong ár saman, men fingu eingi børn. Tá konan doyði, var hann rættiliga gamal, men ikki dámdi honum at fara hiðanífrá og ongar eftirkomarar at hava og gifti seg tí við ungari konu. Tey fingu 5 børn (tað vóru helst bert 4); tað yngsta var Guttormur, og hann var føddur, tá pápin var 103 ára gamal. Men Lukas Debes man hava væntað, at fólk fóru ikki at trúgva honum, tí hann legði aftrat: Fyri at eingin skuldi fáa ta ljótu hugsan, at Rasmus einki átti í øllum børnunum, so kundi hann vátta, at konan – hon lá nú í sínari grøv – hevði verið eitt hampafólk í allar mátar, tað bóru øll henni. Viðvíkjandi aldrinum á Rasmusi, so man hann hava gjørt nakað nógv av, tí pápi hansara sigst fyri vist at vera føddur 4. mai 1545, og Rasmus doyði í 1664. Tað hava tí verið 119 ár frá pápin var føddur, til sonurin doyði. Beinast man vera at flyta aldurin á Magnusi upp eftir og á Rasmusi niðureftir. Harvið er ikki sagt, at Rasmus ikki hevur rokkið upp um aðrar menn bæði við aldri og andsevnum. So mikið um pápa Guttorms.
Men hvør var mamman? Onkur hevur hildið hana verið úr Vágum ella Mykinesi, men Símun Hansen vildi halda, at hon helst hevði samband við Viðareiði. Í einum sakarmáli millum Rasmus og ein kunoying var eitt vitni, Hans Absalonsen, íð ikki kundi vitna, tí teir vóru í svágarskapi. Absalon Hansen eitur maður, sum festir 8 merkur í Heimistovu á Viðareiði í 1626. Hann sigst hava verið sonur Hans Jørgensen Fynbo prest, íð misti 4 synir úti fyri Eiðsvík. Prestur stóð sjálvur og sá vanlukkuna, men ikki fekk hann hjálpt. Nær hetta hendi, vita vit ikki; men Fynbo var prestur frá 1571, til hann doyði í 1624, so hetta kann hava verið um ár 1600 ella fyrr. Um Absalon var sonur prest, so hevur hann verið nokk so gamal, tá hann festi, uttan so at nakað er í søgnini, sum sigur, at Absalon var føddur aftaná vanlukkuna. Ein søgn sigur, at pápin dugdi hebraiskt mál, og navnið skuldi merkja “faðirs friður”. Eitt annað er so tað, at nøvnini Guttormur og Absalon eru í Sumba um ta tíðina, og ein Anna Absalonsen stendur fyri festijørð í Mykinesi um hesa somu tíðina. Men eg fari at halda meg til, at seinna kona Rasmus í Haraldsundi onkursvegna var slektað frá Fynbo presti og konu hansara, íð var systir Mikkjals í Lamba, tí alt bendir á, at tað vóru teirra eftirkomarar, íð tóku sær av Guttormi, tá hann misti pápan. Mamman doyði eisini, áðrenn Guttormur var tilkomin. Onkran góðan verja hevur hann havt, íð hevur umsitið tann stóra arvin væl og aftrat tí skipað so fyri, at hann hevur lært at lesa og skriva bæði væl og virðiliga. – Eg vil halda, at tað hevur verið Hanus í Gerðum ella onkur av hansara, íð hevur fingið hetta litið upp í hendur, og eg haldi tað, hóast søgnin sigur, at Rasmus ikki var væl í øgn við gerðaharrarnar, sum hann kallaði teir. Frá 1656 til 1684 var Gerðagarður av størstu gørðum, íð hava verið í landinum í søguligari tíð. Hanus í Gerðum, f. 1626, var sonur Hans Gabrielsen Mitens prest á Viðareiði. Kona hansara, Anna Berintsdóttir, var slektað frá Fynbo presti; mamman var abbadóttir hansara. Hesi fólkini høvdu rættiliga stórt orð at siga tá í tíðini, eisini tí at mong av teimum giftu seg inn í aðrar múgvandi ættir. Sum sagt var Hanus prestasonur av Viðareiði, men hann festi tó allan Gerðagarð í 1656, aftaná at Guttormur í Gerðum var farin til Havnar at búgva og doyði har 10 ár seinni. Eins og undanmaðurin var Hanus løgrættumaður og sýslumaður.
Her kann tað vera, at Guttormur hevur lært at lesa og skriva og at kenna landsins lógir, tí tað er einki at ivast í, at hesi fólk hava verið høgt mentað fólk. Tað var ikki so lítið samband við útheimin tá bæði við Bergen og Keypmannahavn eins væl og aðrastaðir, og Hanus í Gerðum var 2 ferðir niðri hjá kongi upp á landsins besta. Í 1684 læt hann tveir av synunum festa hvør sína helvt. Kristoffur fekk Norðurstovu og Berint Niðristovu. Hanus doyði í 1701. Men fyri tað, um Guttormur hevur verið í Gerðum, er ikki vist, at hann er uppvaksin har. Í 1671 er hann ein av teim mongu, íð keypir jørð – eina hálvmørk í Kunoy – og tá er hann í Múla. Er aldurin beinur, so er hann bert 14 ára gamal tá, og verjin hevur skrivað undir fyri hann.Hetta er um ta tíðina, tá útlendingar selja uml. 276 merkur av jørðini, teir áttu her. Tað er tí óvist, nær Guttormur búsettist í Múla, men hann átti 4 ognarmerkur har, tá hann í 1679 festi tær 2½ kongsmerkurnar. Festarin frammanundan honum æt Niels Jósupsson. Hann man neyvan hava verið múlamaður. Jósupsnavnið er í Útistovu í Kunoy tá og Mykinesi við. Kona Niels æt Malan Jóannesdóttir og var úr Hoyvík. Kona Hanus í Gerðum og hon vóru hálvsystrar; mamma teirra æt Birita og var abbadóttir Fynbo prest. Birita var 2 ferðir gift; fyrri maðurin var Jóannes Torleivsson sýslumaður, búsettur í Hoyvík, og seinni maðurin Berint á Todnesi í Kollafirði.
[Viðmerking 19/6-06 Birita var ikki mamma Maluna. Mamma hennara var fyrra kona Jóhannes Torleivson].
Um Guttormur er komin norður til Múla til Maluna, er ikki gott at vita, men ótrúligt er tað ikki. Aftrat skyldskapinum við bóndakonuna, so hevur tað sjálvandi talt við, tá hann fekk festið, at hann var førur fyri at gjalda ta høgu leiguna av kongsjørðini og so tað, at hann, sum sagt, átti tær 4 merkurnar. Í 1677, sum Guttormur festi 1679, hevur ein Pætur Mikkjalsson givið seg upp til hansara við gávubrævi, men í 1781 møtir Pætur upp á vártingi og kærir seg um, at hann fær ikki tær sømdir, hann heldur seg hava rætt til. Eingi vitnir hevði hann við sær, men teir samdust tó um, at Pætur hvørt ár, so leingi hann livdi, skuldi eiga: helvtina av mjólkini undan einari kúgv, eina tunnu av korni, 5 skurðlomb og so nógv klæðir, hann hevði fyri neyðini. Aftrat tí skuldi hann eiga ein fisk av bátinum, tá hann ikki var við; men tá hann sjálvur var til útróðrar, átti hann ongan fisk frá Guttormi. – Ullina av teimum 5 lombunum skuldi hann tó lata Guttorm fáa aftur. Afturímóti lovaði Pætur at arbeiða fyri Guttorm tað, hann var førur fyri, so leingi hann livdi. Nakað um somu tíð, sum Guttormur festi, giftist hann. Konan æt Billa Jógvansdóttir og skal hava verið úr Mykinesi; men tað er sum við mammuni einki prógv fyri tí. Hon kemur ikki fyri í nøkrum av teimum skiftunum, eg havi kannað; men tey elstu er frá 1700, og tá hevur hon verið upp ímóti 40 ára gomul. Tað, at Guttormur fer so óhøgligan veg eftir konu, kundi bent á, at kennskapur ella skyldskapur var frammanundan; men tað má kannast nærri. Billa var ikki heilt fyri ongum, tá hon kom á Múlagarð, tí hon gjørdi vart við seg rættiliga skjótt. 28. apríl 1682 møtti hon upp á vártingi og klagaði mannin fyri at hava eitt konufólk á Skálatoftum, Malan Jákupsdóttir æt hon. Bæði Guttormur og Malan játtaðu seg sek, og hann sum giftur maður fekk 6 markar í bót, meðan hon fekk 4. Tær átók Guttormur sær at gjalda fyri hana, og tað var einasta ferðin, hann fekk bót fyri nakað. Tá hevur Billa verið ung, tí hon livdi 69 ár eftir tað. Hon hevur íð hvussu er átt eitt barn tá, og ikki bar til hjá henni at hava eyguni eftir Guttormi. Hansara leið lá mangan um Múlan, tá hann skuldi inn í Bø, og væl bar til at avtala okkurt á Skálatoftum; men onkur hevði slatrað, og Billa gjørdi ikki vandari enn, at hon meldaði hann. Tey fingu nógv børn, 3 synir og 6 døtur komu til; men eg bíði við teimum fyribils.
Guttormur er sagdur at hava verið góður bóndi; men hann var eisini skilamaður á sjónum, og stuttan tein hevði hann at rógva út á fiskileið. Men seinnu helvt av 17. øld gjørdu føroyingar sum heild ikki nógv við fiskiskap.Tingbøkurnar siga mangan frá vánaligum fiskiárum. Onkur ár var ikki farandi til útróðrar fyri ódnarveðri – ikki vóru bátarnir so stórir – og við hvørt var eingin terri at turka fiskin aftrat tí, at fiskaloysi var. Hetta førdi til, at fiskiskapurin var ikki so týdningarmikil vinna longur; tað loysti seg betur at binda. Gabel helt lítið um hetta skilið. Hann helt, at tað var meira lív í føroyingum fyrr, bæði at søkja sjógvin og í tí dagliga arbeiðinum. Nú, teir vóru farnir at gera konufólkaarbeiði, blivu hosubandarar og lærdu at brúka kvørnina til at fylla búkin við, sóu teir deyðan í durunum, um teir í handlinum bóðu um eitt sindur av ull – ella fiski – í staðin fyri allar hosurnar, sum handilin ikki slapp av aftur við. Tað kom tí mangan til stóra ósemju, tá farið varð í handilin at avreiða. Føroyingar klagaðu eisini til kong og fóru sjálvir niður. Í 1672 fingu teir væl burturúr, men í 1683 var úrslitið vánaligt. Í 1690 var so ringur standur, at menn heittu á løgmann at kalla fólk saman til fundar í Havn at orða eitt skriv, íð teir so skuldu senda kongi. Nógv fólk møttu upp úr øllum landinum uttan úr Suðuroy, og menn vóru ógvuliga heitir. Orðførari var Harra Jónas á Viðareiði, blaðungur maður, íð hevði verið prestur í 2 ár. Brævið varð skrivað, og 15. juli fekk Gabel boð frá kongi at skipa fyri, at 4 staðkendir menn, so skjótt sum møguligt, møttu upp í Keypmannahavn. Útreiðslurnar skuldu teir einki hugsa um. – Men tingið viðtók at lata teimum 2 skinn av hvørjari mørk norðanfyri og 1 skinn av hvørjari í Sandoy og Suðuroy. Á heysttingi 1690 vórðu 4 menn útnevndir. Teir vóru: Líggjas í Toftum í Fuglafirði, Óli Mikkjalsson við Grógv í Syðrugøtu, Hanus í Pálsstovu í Elduvík og Guttormur í Múla. N. Andersen skrivar um hetta í bók síni um Føroyar 1600-1709, og hann leggur aftrat um Guttorm, at hann var sjálvskrivaður at fara, so royndur (“forfaren”) sum hann var. Men beint tá livdi hann ikki væl, og fyri hann fór Kristoffur í Gerðum. Pápi hansara var við hinar báðar ferðirnar. Tað, teir klagaðu um, var fyri ein part um prísin á ull og hosum síðani 1684. Eisini klagaðu teir um jarðarskattin, ullatíggjund og ta hørðu revsing, íð var fyri at handla við fremmand skip. Fyrr hevði tað verið so, at tíggjund varð latin av óvaskaðari ull og einans av teimum seyðunum, íð vóru flettir. Í norsku lóg Kristians 5. – 1684 – kravdist tíggjund av vaskaðari ull og av øllum lombunum, íð lembd vóru. Hetta hildu føroyingar vera órættvíst, tí tað vóru altíð nógv lomb, sum fóru fyri einki. Tó at Gabel sendi drúgva frágreiðing og segði sína søgu, so fingu teir 4 væl burturúr. Í nógvum av tí, teir førdu fram, fingu teir við hald, og teir fingu broytt treytirnar, so tær vóru mestsum áðrenn 1684. Tað bar sum sagt ikki Guttormi til at fara til Danmarkar ta ferðina; men tá teir hildu tað vera so sjálvsagt, at hann átti at fara, má tað vera tí, at hann hevur tikið lut í kjakinum, og teir hava havt virðing fyri hansara sjónarmiðum. Jónas prestur á Viðareiði og hann hava kenst væl. Teir vóru eisini skyldmenn, bæði frá Fynbo presti og Heina-ættini í Lamba, og kona Niels í Múla var mammusystir Jónasar.
Harra Jónas var 2 ferðir giftur. Hann kom til Viðareiðis í 1688, og longu í 1691 doyði konan frá manni og soni. Hon æt Anna Katrina Klinte og var prestadóttir av Nesi. Nakað aftaná hetta var so ræðuligt ódnarveður, og uppgangurin var so nógvur, at stórur partur av kirkjugarðinum skolaði burtur, og kirkjan fór illa. Kistur og annað rak inn í Sund, og harímillum var kistan við prestakonuni. Alt varð fingið norður aftur og jarðað í vígda jørð. Ein søgn um hesa óhugnaligu hending sigur, at systir prestakonuna skuldi vera komin norður til Viðareiðis saman við fútanum og øðrum fólkum at vitja Harra Jónas. Hon vildi so fegin síggja systir sína einaferð aftur og vita, um hon var nakað broytt, segði hon, og Harra Jónas læt sær eftirlíka. Hann fekk hana uppafturgrivna, men aftaná tað fekk hann ikki frið fyri henni; hann sá hana allastaðni fyri sær, og hon blandaði seg uppí arbeiðið á prestagarðinum. Tað má haldast vera sjálvsagt, at hesi fólkini eru komin norður til Viðareiðis at vera hjástødd, tá kisturnar fyri aðru ferð fóru í vígda jørð, og aftrat teimum øll, sum kundu úr sóknini og aðrastaðni við. Ein so óhugnalig hending má hava verið nógv umtalað og ikki minst, tí prestakonan ikki fekk frið í grøvini. Hetta má eisini hava tikið Jónasi dygt. Hann fekk ikki blund í eyguni men sá konuna fyri sær í heilum. Tað, at hann fekk Guttorm í Múla at hjálpa sær, er altíð sagt at vera tí, at Guttormur dugdi gand.Eg vil heldur halda, at hann kendi Guttorm so mikið væl og hevði so gott álit á honum, at hann tí spurdi hann, hvussu hann skuldi bera seg at í teimum sálarligu trupulleikum, hann var í. Tað, at Guttormur hjálpti honum so væl ta ferðina, kann væl vera ein av orsøkunum til, at hann varð kendur um landið sum gandakallur. – Tað sigst um Per Klæmintsson prest á Sandi, at hann einaferð argandi segði við Harra Jónas: “Tað sigur tú, íð ikki sjálvur fekst í lag at mana spøkilsið av konu tíni burtur men mátti biðja Guttorm í Múla um hjálp”. Seinna kona Jónasar var Beinta, dóttir sorinskrivaran; men tey fingu fá ár saman. Jónas var sjúkligur maður og doyði í 1700. Tá sat Beinta eftir við soninum hjá Jónasi og sonium hjá teimum báðum. Fyri fáum árum síðani fann John West professari áhugaverda bók á skjalasavni í Danmark. Í henni er rokniskapur fyri hvørja kirkju í Norðoyggjum frá 1694-1789. Fyrsti prestur at skriva í hesa bók var Harra Jónas. Prestarnir vóru vanliga kirkjuverjar tá, og tað var Jónas eisini. Hann átti tí at skipa so fyri, at kirkjan fekk tær inntøkur, hon átti, og sum mestsum allar komu av tíggjund av ull, smøri, fiski o.ø. Jónas hevur ikki dugað nóg væl við pengum, tí tá hann doyði, skyldaði kirkjan honum 55 gyllin og 7 skinn. Tað vóru nógvir pengar, men Jónas hevði, meðan hann lá á deyðastrá, biðið Beintu eftirgivið kirkjuni 50 gyllin. Í einum áhugaverdum skjali síggja vit, at hon helt lyftið og meira enn tað: hon læt restina – 5 gyllin og 7 skinn – aftrat hinum. Verjin, hon hevði valt sær, var Guttormur. Skjalið er dagfest 11. juni 1702, og ta tíðina síðani Jónas doyði, hevði hon fingið tíggjund; hana vildi hon nú lata aftur til kirkjuna. Teir nýggju kirkjuverjarnir, Guttormur í Múla og Hvalvíks-Jógvan, skuldu taka sær av tí. Tey, sum skrivaðu undir hetta skjalið, vóru: Gregers Hansen Varde, stjúkfaðir Jónasar, Hnas Chr. Ferslev, táverandi prestur á Viðareiði, Beinta Kristina, einkja eftir Jónas og Guttormur Rasmussøn. So mikið um Beintu; hon fór tá av Viðareiði við báðum dreingjunum; men løgið er tað, at hon skuldi fáa so vánaligt eftirmæli har norðuri, sum hon fekk. Guttormur var nú kirkjuverji saman við einum øðrum kendum manni norðanfyri. Sum navnið sigur, var hann úr Hvalvík. Á ungum árum kom hann til Viðareiðis og giftist við dóttir Dánjals Mikkjalsson prest úr Hattarvík. Hvalvíks-Jógvan dugdi væl at nøra um ognir sínar. Hann lænti fólki pengar móti, at tey settu jørð í veð, og tá tey ikki høvdu ráð at gjalda aftur, átti hann jørðina. Hann búði tey fyrstu árini á Viðareiði men flutti seinni inn á Norðtoftir. Meðan Guttormur og Jógvan vóru kirkjuverjar frá 1702-1705, var Ferslev prestur; men hann sjólátst 30. okt. 1705 eysturi undir Skorini við Myrkjanoyrabátinum. Ein maður bjargaðist, hinir 7 doyðu. Av teimum var læknin Hans Tausen, íð var einasti lækni í Føroyum. Sama summarið vóru pokurnar farnar at ganga ógvuliga ringar.
Í 1706 bleiv Clement Jensen Færø prestur í Norðoyggjum og var her í 60 ár. Hann var abbasonur Harra Klæmint á Sandi og bar orð fyri at duga meira enn at mata seg. 23. januar 1709 var ógvuliga harðført á Viðareiði, og kirkjan, sum var í ringum standi, fór av grundum og í smildur. Longu 8. mars varð heitt á fólk í sóknini at lata pengar til nýggja kirkju. Tey kundu tekna seg fyri so nógv, sum tey vildu, men máttu ansa eftir ikki at seta seg fyri meira, enn tey vóru før fyri at lata. Á listanum vóru 30 fólk, og av teimum lótu Guttormur í Múla og Hvalvíks-Jógvan tveir gyllin og 10 skinn. Summi høvdu pengar at lata, onnur hosur, fisk ella byggitilfar. Sum arbeiðslønirnar vóru tá, kundi handverkari fáa 4-5 skinn um dagin, og arbeiðsmaður 1½ skinn; so Guttormur og Jógvan hava latið 10-12 handverkaradaglønir hvør. Tað, sum inn kom, var ikki nó mikið, men arbeiðið varð gjørt, og í 1714 átti kirkjan aftur pengar tilgóðar.
Søgnin, um hvussu Guttormur fekk sín stóra vísdóm, sigur, at prestur í Ónagerði lá í andaleypi og beyð, at allar bøkur hansara skuldu forkomast. Arbeiðskonan fór oman á Kneysin við bókunum og blakaði tær á sjógvin. Tá lá Guttormur úti fyri Helluni og fiskaði. Hann fekk fatur á bókunum, tók tær við til hús og hevði tær síðani at lesa í. Hvussu nógv tað er í hesum, er ilt at meta um, men Dánjal Mikkjalsson prestur, íð var giftur við Sáru, systir Hanus í Gerðum, doyði í 1682, so tað má vera hann, sipað verður til. Ikki var nógvur lesnaður at fáa fatur á tá í tíðini, og prestarnir hava verið teir, íð vóru best fyri í so máta. At Guttormur hevur tikið sær av bókum, sum komu honum so lagaliga upp í hendurnar, er einki at ivast í. Tað mundi heldur ikki vera mangur tá, íð fekk stórvegis burturúr bókum. Á Guttorm´sa døgum hildu fólk flest, at tað, prestarnir høvdu lært, var mest um gand, at teir høvdu gingið á niðurgangsskúla. Men í útlondum hendi so mangt hesa tíðina, sum broytti alt samfelagið. Tann, íð fylgdi við tíðindum uttaneftir, annaðhvørt tað var frá teimum, sum komu hendanvegin úr útlondum, ella tey fóru heimanífrá og komu aftur, vistu frá mongum ótrúligum at siga. Tað vóru ikki so fáir av teimum, sum fóru til orlogs, íð komu aftur. Ein samtíðarmaður Guttorms var vísindamaðurin og verkfrøðingurin Ole Rømer, íð livdi frá 1644 til 1710. Hann var stjørnufrøðingur og fann fram til mangt, eingin fyrr hevði gáað eftir. Í París var hann eisini í sambandi við stjørnufrøði, og har var hann við at gera gosbrunnarnar uttanfyri tað kenda slottið í Versailles. Afturkomin til Keypmannahavnar setti hann nógv í verk, sum hevur fingið stóran týdning fyri eftirtíðina. Rømer hevði nógv álitisstørv av ógvuliga fjølbroyttum slag. Hann var professari á lærda háskúlanum, borgarstjóri og politimeistari aftrat tí, at hann var hægstarættarsakførari. Hann fann uppá nýggja uppmáting og í árinum 1700 fekk hann tann gregorianska álmanakkan viðurkendan í Danmark og Noregi. Tey ortodoksu londini viðurkendu hann ikki fyrr enn aftan á 1. heimsbardaga. Eitt ókent fyribrigdi sum at hava skipaða burturbeining av ruski fekk hann eisini í lag og at seta gøtulyktir. Tíverri fyri eftirtíðina, so fóru allar gerðabøkurnar hjá honum fyri einki, tá Keypmannahavn brann í 1728, uttan ein, íð er givin út í bók. Eg kundi nevnt onkran annan kendan mann frá somu tíð, t.d. Isaac Newton, sum greiddi frá tyngdarlógini í 1684 ella flogvitið Peter Griffenfeld greiva, íð kom so langt sum at hava meira vald enn kongur, men sum endaði dagar sínar í fangahúsi á einari oyggja uttan fyri Tróndheim. Eisini hann var sum ungur í París at nema sær meira kunnleika, enn hann fekk heima. Teir komu heim aftur við nýggjum hugskotum og broyttu teirra samfelag, og nakað av tí kom eisini okkum til góðar.
Men aftur til Guttorms. Sama ger, hvaðani hann fekk sína vitan, men gløggur hevur hann verið. Hann var løgrættumaður og onkuntíð dómari eisini. 4. mai 1711 á vártingi hevði landfútin lógligt forfall, og fyri hann var Norðoya sýslumaður Berint Hansen í Gerðum. Beiggi hansara, Hanus á Uppsølum, var settur sorinskrivari, og harumframt vóru 8 løgrættumenn. Men Berint segði, at Guttormur í Múla skuldi døma í hesari sakini, sum fyri ein part var um kongs- og prestaskjúts. Eitt annað, sum var á skránni henda dagin, var at fáa bátarnar mannaðar. Elspa, einkjan eftir Kristoffur í Gerðum, íð gekk burtur á útróðri í februar 1694, bað um at fáa fólk til bátin, sum hon ikki fekk mannaðan. Svágur hennara, Hanus á Uppsølum, segði seg ikki vóna, at tingið bað nakran av Uppsalagarði játta seg, fyrr enn hann fyrst hevði fingið so nógvar góðar menn við sínum báti, sum honum nýttist. Hanus klagaði eisini um jarðarhval, sum bøndur og ognarmenn á Uppsølum undan honum høvdu havt rætt til saman við Vágs- og Myrkjanoyrarmonnum, men hann fekk ongan. Hanus sigur seg vóna, at bróðir hansara – æraði Berint sýslumaður – kom hann í hug, tá Várharra einaferð aftur vælsignaði teir við at senda eina grind. Tvey ár frammanundan – 25. juli 1709 – doyði grind her inni (á vágni) í Vági, og kongsins partur við tíggjundini var 26 føroyskir gyllin og 12 skinn. Metingarmenninir vóru teir 5: Tummas bóndi í Útistovu og Jógvan bóndi í Innistovu í Vági, Berint sýslumaður, svágur hansara Ólavur Mikkjalsson í Syðrugøtu og Guttormur í Múla. Teir hava allir skrivað undir hetta skjalið, og á Guttorm´ sa undirksrivt her, eins og tá hann skrivaði undir hjá Beintu, sæst, at hann var vanur at skriva. Tað, at hann onkuntíð umbar seg at vera skrivari, kann væl vera tí, hann ikki helt seg til at orða frágreiðingarnar so væl, sum hann vildi.
Sum áður sagt var Guttormur skilamaður á sjónum, og tað var eisini neyðugt at duga á at skyna streymviðurskiftir og afturundirgerðir hjá honum, íð skuldi søkja sjógvin úr Múla. Tað átti mangan at vera ótespiligt eftir strævnan róður at lenda aftur í Múla. Undir bønum skal ikki so nógv til at ikki er lendandi, og so varð farið inn á Støð; men tað sigst, at Guttormur hevði neyst inni í Depli, helst saman við monnum innaneftir. Hin minniliga ódnardagin, tá 50 bátar gingu burtur í Føroyum, var Guttormur ein av teimum fáu, íð vunnu upp land. Hann strevaði inn um Stongina og setti upp í Oyndarfirði. Nær hetta ódnarveðrið var, veit eingin, tí tað verður ofta nevnt saman við øðrum, sum var onkuntíð fyrst í 1600-talinum. Tá varð forboð sett fyri at brúka teir smáu norsku tristarnar til havróður. Tá Guttormur hevði synirnar við, kann tað neyvan hava verið fyri 1700. Í 1713 veit eg um, at bátar fórust í ódnarveðri, tí í Norðragøtu er skift eftir tveir brøður, íð fórust á sjónum fyrst í apríl mánaði, og har var skoytt uppí: “iblandt andre Guds børn”. Um tað meinast við hinar, íð vóru við bátinum ella um alt landið, veit eg ikki. Sum veðrið hevur verið her hjá okkum tey seinastu árini, fara vit helst at taka til tað onkuntíð, og tá er skjótt at fara skeivur, nær hvør hendingin fór fram, og tá serliga hjá teimum, sum bert hoyra um tað.
Einaferð á gamalsaldri sigst Guttormur hava bjargað viðingum úr Dranginum. Teir vóru farnir at fleyga, men ódnarveður brast á av norði, og brimið var so øgiligt, at eingin fekk veitt teimum hjálp. Heimafólkið heitti tí á Klæmint prest um at hjálpa, men hann helt seg ikki til og sendi tí boð til Guttorms at fáa hann at hjálpa; men heldur ikki hann helt líkindir vera, sum veðrið var. Aftrat tí helt hann tað vera løgið, at prestur bað hann um hjálp; tað var hann ikki vanur at gera. Guttormur læt sær tó eftirlíka og fekk bát við sær av Viðareiði, tó at monnunum dámdu lítið at fara. Teir fortaldu aftaná, at sjógvurin slætnaði fyri bátinum, so hvørt sum teir róðu úteftir. Tá teir spurdu Guttorm, um hann helt, tað fór at eydnast at fáa menninar í bátin, helt hann fyri, at lógu teir á Miðskjøti, so mundi borið til, men vóru teir inni undir Skarði, sum er hægri uppi, tá fór ikki at bera til, tí tá vóru løgini ov stutt. – Menninir lógu á Miðskjøti, og tað eydnaðist at fáa allar í bátin, tó at brimið stóð meira enn 9 favnar upp í bergið. Bygdarfólkið saman við presti tók ímóti, tá teir løgdu at landi, og tey takkaðu Guttormi so hjartaliga fyri hjálpina, men einki vildi hann hava afturfyri. Tað segðist tó, at múlamenn afturfyri sluppu at fleyga ein dag um ári, og tað var fyrsta dagin, fleygað varð; men onkur misskiljing kom seinni uppí, og so varð tað avlagt.
Tað seinasta, sum eg síggi til Guttorm í skrivligum keldum, er, tá hann 20. nov. 1734 skrivaði undir sum vitni, at Sára Hanusdóttir á Skarði læt teir 5 gyllin í jørð til einkjuna eftir Berint í Gerðum, sum mamma hennara hevði latið Berinti í pant 36 ár frammanundan. Mamma Sáru æt Anna Absalonsdóttir, og hon hevur verið nær í slekt við Berint og eisini við Guttorm. Pápi Sáru – Hanus á Skarði – datt oman við soninum í 1697, og tá er tað, at Berint hjálpir til at gjalda jarðarleiguna. Hanus á Skarði var annars ein av teimum, sum fóru til orlogs – í krígstænastu – og komu heim aftur. Hann var við í skánska krígnum 1675-79. Guttormur doyði í 1737 og Billa í 1751. John West, professari, fann hesi árstølini í fyrr umrøddu bók. Tá kirkjuklokkan ringdi til jarðarferðir, var tað einans hjá teimum, íð høvdu ráð at gjalda fyri tað, og tí eru tey bæði komin upp í part. Skift er eftir Guttorm 30. apríl 1739, men einki skifti havi eg funnið eftir Billu.
Áðrenn eg sigi nakað um børnini hjá Guttormi, skal eg stutt nevna brøður hansara. Tað verður sagt, at teir vóru 5 brøður, og ein av teimum æt Jákup; men tann Jákup, sum ofta verður nevndur saman við teimum, æt Jákup Magnusson og er viðhvørt hildin at vera hálvbeiggi Rasmus. Elstur var Magnus f. 1642. Lukas Debes sigur um hann, at hann var stórur og prúður maður fram um aðrar ungar menn. Hann hevði konu av Skarði, systir Hanus. Hon æt Gertrud Ólavsdóttir. Magnus festi tær 6 merkurnar hjá pápanum, og Heini bróðurin festi hinar 3. Tá fór Stórastova sundur í Har Uttari hjá Magnusi og Har Innari hjá Heina. Triði bróðurin æt Hanus. Hann festi Útistovu í Kunoy í 1699. Festarin frammanundan æt Jákup Absalonsen av Viðareiði; men hann doyði, meðan sonurin Dánjal var smádrongur, og Hanus var verji hjá honum. Fútin metti ikki, at festið kundi bíða, til drongurin var vaksin, og festi tað tí til Hanus. Hann giftist við einkju, sum átti dóttir; men tey áttu eingi børn saman.
Guttormur og Billa áttu 8 børn. Synirnir vóru: Rasmus, Jóannes og Guttormur; og døturnar: Sunneva, Malan, Elsupa, Katrin og Maria. Rasmus, f. u. 1682, var elstur, men hann festi ikki eftir pápan. Hann giftist inn í Frammistovu úti á Oyri við Lísbittu Jógvandóttir, íð var einasta barn, og festi har í 1706. Tey fingu 4 børn, synirnar Guttorm og Jógvan, og døturnar Onnu og Marjun. Guttormur, f. 1710, festi eftir pápan í 1739. Hann var giftur og átti 2 børn, Jógvan og Marin. Jógvan hevði konu eystan úr Búð á Viðareiði, og tey førdu húsið víðari. Marin giftist við Áranti á Norðtoftum, og teirra eftirkomarar hava fleiri gift seg við skyldfólki úr Múla, so Guttormsnavnið hevur verið rættiliga nógv brúkt har. Jógvan, f. 1714, yngri sonur Rasmus á Oyri, giftist 20 ára gamal við Onnu Jógvansdóttir við Sjógv á Strondum. Í søgnini um Trøllið við Sjógv verður fortalt um Rasmus, tá hann fór við soninum út á Strendur at biðja ta ríku bóndadóttrina til konu. Hann ræddist ikki fyri at royna seg ímóti trøllinum, sum hevði forðað – ella forkomið – øllum fríggjarunum, sum høvdu ætlað sær hana; og væl bar til, Jógvan og Anna giftust og fingu mong børn (9). Av teimum giftust Rasmus, Jógvan, Berint og Lísbitta á Strondum. Guttormur og Malena vóru ógift. Hini veit eg einki um. Anna, eldra dóttir Rasmus á Oyri, giftist út til Svínoyar við Símuni Sivarsson, bónda í Yvirstovu. Tey fingu 4 børn: Sivar, íð festi eftir pápan; Rasmus, íð gifti seg á festið Úti á Bø í Svínoy; Klæmint, íð gifti seg á festið Suður í Stovu á Blankskála; og Sigga, íð giftist til Kunoyar við Kristiani í Nýggjustovu. Tá hann doyði í góðum árum, fór hon til einastu dóttrina, íð giftist til Haraldsunds. Marjun, yngra dóttir Rasmus á Oyri, giftist til Mikladals við Jógvani Niklasson Úti í Húsinum. Tey áttu eina dóttir, Elspa, íð giftist niðan í Hússtovu. Har doyði Marjun út 103 ára gomul. Kirkjubókin sigur hana hava verið “omtrent 100 aar og brun af ælde”. Kona Rasmus doyði um 1732, og 3 ár aftaná giftist hann uppaftur. Seinna konan æt Giljanna Jógvansdóttir, og tey eiga sonin Jógvan. Eg veit einki um hann uttan tað, at hálvbeiggi hansara, Guttormur, var verji hjá honum, tá pápin í 1739. (skift 1739)
Miðlingasonur Guttorms og Billu æt Jóannes. Hann var tiltikin fyri styrki. Heldur ikki hann festi eftir pápan; men hann átti nógva jørð. Kona hansara æt Katrina Magnusdóttir, og tey búðu í teimum norðastu húsunum, Har Norð, íð helst vóru áføst við bóndahúsini. Tey áttu eingi børn, og heldur ikki systirdóttir hennara, íð tey giftu inn, átti nøkur børn.
Guttormur, f. um 1700, yngsti sonur Billu og Guttorm, festi eftir pápan í 1726. Kona hansara æt Anna Ólavsdóttir og var einasta barn úr Uppistovu í Hvannasundi. Tey fingu 2 børn, Ólav, íð fekk festið í Sundi, og Katrin, íð giftist við Jóannesi Kristiansson úr Haraldsundi. Hann festi eftir verfaðirin, og tey fingu 6 børn: Guttorm, festi í Múla; Jóannes festir eftir mammubeiggjan í Uppistovu; Anna Lísbitta, giftist út á Skála við Pól Niklasson bónda; og Billa Katrina, sum giftist við skyldmanninum Jóannes Rasmusson við Sjógv á Strondum. Ólavur hjá Guttormi átti eingi børn; tí fekk systirsonur hansara festið.
Sunneva var elst av døtrunum hjá Billu og Guttormi. Hon giftist norður á Trøllanes við Tormanni Jóannesson, bónda í Útistovu. Tey fingu 2 døtur, Marin og Anna. Marin giftist til Mikladals við Andrassar-Símuni, bónda í Innistovu. Tey fingu 5 børn men eiga ongar eftirkomarar, tí Símun var tann einasti, íð giftist, og hann átti eingi børn. Anna giftist við Andrassar-Jógvani, og hann festi Útistovu eftir verfaðirin. Tey fingu 2 døtur, men Sunneva, tann yngra, var ikki fullfør. Maður Katrina æt Pól Símunarson. Hann festi, og tey fingu 3 børn; men næsti festarin átti eingi børn, so tað kom ein nýggj ætt á festið. Einastu eftirkomarar hjá Sunnevu Guttormsdóttur eru teir hjá langommudóttrini Sunnevu, íð giftist við Hanusi fyri Handan í Uttarstovu í Mikladali.
Malan Guttormsdóttir giftist út á Kirkju við Símuni Jógvansson Suðuri í Túni. Tey áttu 4 børn: Jógvan, Mikkjal, Atu og Billu. Jógvan doyði bert 20 ára gamal. Sum smádrongur fór hann við abbanum til bjarga. Hann datt oman og fekk so stóran skaða av fallinum, at hann ongantíð kom fyri seg aftur. 20 ára gamal sat hann og fleygaði. Svøvnur kom á hann, og hann datt útav og doyði. Mikkjal var 2 ferðir giftur. Fyrra konan doyði stutt eftir, at tey vóru gift, og tey áttu eingi børn. Tá hann var 60 ára gamal, giftist hann við Siggu uppi í Dal hiðani av Uppsølum, íð tá var 25 ára gomul. Hon hevði hildið hús hjá honum, og hann helt so nógv av henni, at hann vildi hava hana gifta við tí manninum, hann hevði lovað festið eftir seg. Men hann hevði aðra gentu og tók heldur hana; tí var tað, at Mikkjal sjálvur giftist við Siggu. Hann doyði 2 ár seinni, men 6 vikur eftir tað átti Sigga sonin Mikkjal Petur, íð festi Innistovu. Ein dóttir hansara giftist í Hússtovu í Mikladali; hini 3 búsettust á Fugloynni. Eldra dóttir Maluna hjá Guttormi var Ata. Hon giftist við Jákupi í Uttarstovu í Hattarvík, og einasta barn teirra var Katrin, íð giftist við Sakarisi úr Mikkjalshúsi í Leirvík. Hann festir eftir verfaðirin, og tey fingu 4 børn. Døturnar vóru: Anna, íð giftist við Líggjasi í Keldhúsinum í Hattarvík; Lisbeth, íð giftist við Andrasi har Norð; og Ata, íð giftist við Mikkjali har Norð á Kirkju. Sonurin, Jákup, festi eftir pápan. Hann giftist við Onnu Gulaksdóttur úr Uppistovu, og tey fingu 3 børn: Katrina, íð giftist yvir á Kirkju við Jóhan har Suðuri; Sakaris, íð festi eftir pápan; og Gulakur, íð var ógiftur. Yngra dóttir Maluna hjá Guttormi æt Billa eftir ommuni í Múla. Hon giftist við Símuni Árantsson úr Mittúni á Kirkju. Tey áttu synirnar: Jógvan, Guttorm og Símun. Jógvan var 2 ferðir giftur; átti dóttur á fyrru giftu, sum doyði 18 ára gomul, og í seinnu giftu son, ið doyði 3 ára gamal. So frá honum eru eingir eftirkomarar. Guttormur var uppsitari á Náðingsgarðinum á Viðareiði og giftist í 1782 við Sunnevu Pólsdóttur av Norðtoftum; men 3 ár seinni varð hann tikin út av brimi á Helluni og druknaði. Stutt eftir átti Sunneva sonin Guttorm, og tað vildi so til, at tað kom at verða hann, sum búsettist í húsinum Har Norð í Múla og førdi tað víðari. Tað komst av, at mamman giftist uppaftur við manni av Skálatoftum, sum búði í Múla. Guttormur vaks tí upp í húsinum hjá Jóannesi ommubeiggjanum, sum mamman var gift inn í. Guttormur átti hálvsystkin, men bert eitt av teimum var tilkomið, ein systir, íð búsettist í Svínoy. Sjálvur gekk hann burtur við Múlabátinum í 1828; men sonurin, Dánjal, bjargaðist, giftist og búsettist Har Norð. Jógvan, beiggi Dánjals, giftist við einkjuni eftir Jákup í Innistovu. Tey fingu 2 døtur, sum ongar eftirkomarar fingu. Fredrikka, dóttir Guttorms har Norð giftist út í Mittún á Kirkju við Jóannesi Kristiansson.
Elsupa hjá Guttormi giftist til Kunoyar við Andrassi í Uppistovu. Tað sær út, sum tey áttu bert teir báðar synirnar Jákup og Niklas. Jákup datt oman í 1746, tá hann saman við øðrum kunoyingum var norðuri undir Oynni og dró lunda. Niklas festi Uppistovu í 1751. Hann var giftur og átti dóttrina Elsupu. Fyrri maður hennara var viðingur, Jóannes úr Fodlendi; men hann datt oman á fjalli 26 ára gamal í 1774. Árið eftir átti Elspa sonin Niklas. Hann vaks upp hjá foreldrum hennara og festi eftir abban einans 13 ára gamal; men abbin sat við festinum, til Niklas var tilkomin. Elspa giftist uppaftur við Jógvani úr Innistovu hiðani úr Vági. Hann búði í Kunoy, Suðuri í Stovu, og tey fingu 2 børn: Jógvan, íð varð eftir í húsinum og førdi tað víðari, og Elspu Sofíu, sum giftist við Eiriki í húsinum Har Suðuri í Haraldsundi.
Katrin hjá Guttormi giftist til Húsar við Hanusi á Heyggi. Tey hava helst átt bert tað eina barnið, sonin Jógvan. Hann giftist við Siggu Jákupsdóttur av Trøllanesi, og tey áttu 5 børn: Jógvan og Jákup doyðu ungir. Hanus festi á Heyggi, og Katrin giftist við Jústinusi á Brekku á Húsum. 5. barnið, sonurin Jóhan, giftist við Siggu úr Árantsstovu á Uppsølum. Tey fingu festið í Toftum í Fuglafirði, tí har var eingin arvingur at taka við, og skyldskapur var frammanundan av Myrkjanoyri. Eftirkomararnir hjá Katrini høvdu meira samband við Eysturoynna við giftingum enn hini børnini hjá Guttormi, sum eg fyrr havi umtalað; men ein langommudóttir giftist út til Hattarvíkar við Hanusi í Útistovu.
Yngsta dóttir Guttorms og Billu var Maria. Hon giftist til Árnafjarðar við Jústinusi í Miðstovuni, og tey áttu 5 børn: Tummas var einasti sonur. Hann giftist við Sunnevu Heindriksdóttur av Kirkju, og tey áttu 5 børn. Av teimum festi yngri sonurin, Tummas, Miðstovuna. Hann átti eina dóttur, ið giftist við Líggjas bónda við Gøtugjógv, og sonurin Mikkjal giftist við einari skyldgentu úr Múla. Av døtrunum hjá Mariu var Billa elst. Hon giftist við Jógvani á Húsamørk, soni Uppsala Pætur. Tey fingu 4 børn: Jústi á Húsamørk; Pætur, giftist inn í Mikkjalshús; Giljanna, seinna kona Sakaris í Árantsstovu (av Myrkjanoyri); og Marin, sum eg einki veit um. Ein dóttir Mariu hjá Guttormi æt Sára. Hon giftist í 1763 til Viðareiðis við Jákupi Dánjalsson við Garð. Tey fingu árið eftir sonin Dánjal. Men í 1773 datt Jákup oman í Líðini, og sama árið í august datt sonurin oman í Settorvu bert 8 ára gamal.
Hinar báðar døtur Mariu og Jústinus itu Sunneva og Anna. Tær giftust báðar inn til Myrkjanoyrar við brøðrunum Sakarisi og Jørgini. Sunneva og Sakaris áttu eina dóttur, Sigga, sum fyrr er umtalað. Tað var hon, íð giftist við Jóhan av Heyggi á Húsum, og tey fingu festið í Toftum í Fuglafirði. Sunneva doyði í 1778, og Sakaris giftist uppaftur við systirdóttur hennara í Leirvík, Giljonnu av Húsamørk, sum fyrr sagt. Tey búsettust í Árantsstovu á Uppsølum og eiga nógvar eftirkomarar. Navnið Giljanna er tað, sum seinni varð skrivað Julianna. Hin systirin, Anna, og Jørgin á Myrkjanoyri fingu heldur ikki nógv ár saman. Hon doyði saman árið sum Sunneva og 2 av børnum teirra eisini. Pápi Jørgin, íð tá var 72 ára gamal, doyði eisini tað árið. Tá Sakaris flutti niðan í Árantsstovu, sat Jørgin einsamallur eftir við soninum Jógvani, ið var 5 ára gamal, tá mamman doyði. Tað var hesin Jógvan, sum seinni skifti um festi við Nólsoyar Páll.

Skiftið eftir Guttorm og Billu.

Bøkurnar í skiftinum vóru: Norska lóg og Kristians V Bíblian, gomul, í 4 pørtum. Nýggja testamenti Gomul sálmabók Gomul bønabók 2 lestrarbøkur “Hemmingii Postill”. Onnur var á Skarði. Hon hevði minni virði enn tann, sum var eftir. Niels Hemmingsen (1513-1600), navnframur danskur gudfrøðingur skrivaði bókina á latíni. Hon varð seinni týdd til onnur mál og kom út á donskum fyrstu ferð í 1576.
2 ljósastakar vóru. Av silvuri: 1 bolli (7 fl), 1 skál (6 fl), 1 skál (1 fl), 1 skeið (1 fl 6 sk), 1 skeið (2 fl), 1 silvurkanna – 4 peglar ( 56 fl). Skreytlutir: silvurbelti (24 fl), silvurbelti (21 fl), 12 silvurspennir til konufólkaklæðir (7 fl 4), 1 silvurnál (10 fl), 1 silvurnál (7 fl), 1 silvurnál (5 fl), 23 mallur (9 fl 1 sk). Annars var alt vanligt, sum hoyir til eitt skifti uttan tað, at jørðin var meira enn vanligt. Eingin skuld var, men nakað fór burturav til at gjalda teimum, sum komu á skiftistaðið, ómaksløn. Embætismenninir fingu sína løn og tey, sum hýstu teimum eisini. Eftir til at býta var virði fyri 324 fl.
Billa átti sín hálva part + 1 bróðurpart.
Brøðurnir fingu 24 fl. 18 6/13 skinn.
Systrarnar fingu 12 fl. 6 3/13 skinn.
Mamman 186 fl. 18 6/13 skinn.
1 fl = florin (gyllin).
Rasmus: (24 fl. 18 6/13 skd.)
 1 silvurskeið, jørð á Skálatoftum + á Skarði.
Jóannes: jørð í Múla + gl. Roykstovu + kálvhúsið.
Guttorm: jørð á Skálatoftum, Fugloy, Depli + Kunoy.
  Jarngrýtu, silvurbelti virði: 21 fl.
Sunneva: arvingar (12 fl. 9 3/13 skd)
  Grýtur 3 p + 5 p, 11 mallur 4 fl. 8 sk., 1 nál 5 fl.
  Jørð á Skarði og í Fugloy.
Malena: 6 mallur 2 fl. 5 sk., nál 7fl.
  Jørð í Fugloy
Elsebeth: 1 silvurskeið 2fl., grýtu 3 p.
  Jørð í Kunoy og á Skarði.
Cathrina: 1 silvurbelti 24 fl., 12 konufólkaspennir 7 fl. 4.
  Jørð í Kunoy og á Skarði.
Marin: 1 silvurnál (½ - 5 fl), 6 mallur 2 fl. 8 sk.
  Jørð á Skarði og í Fugloy.
Copyright © 2004-2017 www.freydis.fo - All Rights Reserved
Webmaster